Tvífalda skoytubreytina

Um hálvan november kunnu fólk aftur skoyta á Vaglinum í Havn. Og sjálv skoytubreytin verður tvífalt so stór í ár

 

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur við in.fo, at fyrrakvøldið og í gjárkvøldið hevur skoytibreytin verið á skránni hjá viðkomandi nevndunum, og avgerðin er, at breytin aftur verður sett upp í ár.

 

- Hon kemur at liggja sama stað – altso á Vaglinum – men ætlandi verður hon tvífalt so stór í ár, sum hon var í fjør. Tær afturmeldingar, sum vit fingu um breytina, vóru millum annað, at hon var í minna lagi. Ikki minst tá vaksin og hálvvaksin skulu royna seg, og hesum ynskjum vilja vit fegin eftirlíka, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

 

- Hetta kemur at innibera nakrar ferðslubroytingar. Eisini tí tað er stórarbeiði at seta breytina upp. Og í komandi viku fara vit at hava nakrar fundir við handilslívið í Miðbýnum, tí tað er umráðandi, at vit øll eru samd um, hvussu farast skal fram í málinum, sigur borgarstjórin.

 

Heðin Mortensen vísir á, at í fjør vóru á leið 20.000 vitjandi á breytini, men at talið hevur verið upp ímóti 27.000, tá hon lá á Skálatrøð, har hon var munandi størri, enn hon var í fjør.

 

- Her komu fólk úr øllum landinum. Vit høvdu børn av Viðareiði og úr Suðuroynni, sum komu til Havnar við hesum eina endamálinum, og tað týdningarmesta í hesum er, at vit kunnu økja um trivnaðin og tilboðini, sum býurin hevur at geva, sigur Heðin Mortensen.

 

Skoytubreytin verður ætlandi tikin í nýtslu um hálvan november, og verður opin til seinast í janauar mánaði í 2014.