Tvíburarnir halda fram í Fuglafirði

Enn eru tað bara teir, ið vóru við at vinna uppflytingina, sum eru á manningarlistanum í Fuglafirði

Í Fuglafirði og í ÍF eru teir farnir undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Aleksandar Jovevic, sum stóð á odda, tá ið ÍF vann uppflyting og fremsta plássið í næstbestu deildini, er framvegis venjari.

 

Flestu spælararnir, sum vóru við í fjør, eru framvegis í Fuglafirði. Nú boðar ÍF frá, at tvíburarnir Elias J. Lervig og Hans Jákup Lervig hava skrivað undir uppá, at teir eisini í 2023 fara at spæla við ÍF.

 

ÍF sigur, at teir báðir eru sera tíðandi og stórur partur í menningini av okkara egnu ungu leikarum. Teir hava ein hugburð og tilgang til fótbólt, sum vit í ÍF eru glað fyri, og síggja sera stórt virði í, siga tey í Fuglafirði.

 

25 ára gomlu Lervig tvíburarnir eru uppvaksnir í Víkingi.

 

Elias flutti til ÍF í 2021, tá ið hann spældi 27 dystir. Í fjør var hann við í 10 dystum.

 

Hans Jákup flutti til ÍF í 2019. Í fjør var hann við í 27 dystum og skoraði 11 mál.