Av og á hava royndir verið gjørdar at veiða krabba við rúsum í føroyskum sjógvi. Hesar royndir hava havt til endamáls at finna út av, um tað loysir seg at fara undir eina krabbavinnu í Føroyum. Royndirnar hava higartil ikki verið so drúvar og umfatandi, men hava vart í avmarkaða tíð. Nú eru so lunnar lagdir undir fyrstu veruligu krabbavinnuna í Føroyum, bæði á sjógvi og landi.
Stórur krabbi
Í øðrum londum í Norðuratlantshavi hevur henda vinna fótað sær, og eitt nú í Grønlandi hava fleiri føroyingar luttikið, bæði sum veiðimenn og eisini umborð á móttøkuskipum, sum liggja inni á firðunum og taka ímóti og virka krabba til útflutnings. Líkt er tó til, at at trýstið á stovnin í Grønlandi hevur verið ov stórt, og tí hevur krabbaveiðan í grønlendskum sjógvi eftir øllum at døma longu sæð sínar bestu dagar. Skip, sum hava verið í hesi vinnu, eru farin av knóranum, og menn hava mist sína hýru. Tó eru framvegis fleiri skip og bátar á krabbaveiði í grønlendskum sjógvi, og enn eru føroyingar, sum hava góða hýru har yviri.
Í Grønlandi fer veiðan fram bæði við skipum, sum fiska úti á og bátum, sum fiska inni á firðunum.
Í Føroyum hava garnaskipini, sum royna eftir svartkalva og havtasku, fingið fitt av krabba av og á, og tí hevur verið hildið, at ein slík vinna í Føroyum kanska eisini hevur ein møguleika, um rætt verður atborið.
Krabbin, sum fæst í føroyskum sjógvi, er tó ikki tann sami sum í grønlendskum sjógvi, men kønir meta, at hesin kann seljast í eitt nú Spaniu fyri góðan prís, um hann verður hagreiddur, soleiðis sum keypararnir ynskja tað.
Grønlendski krabbin verður seldur undir navninum, ?snow-crab? og tann føroyski, sum er nógv størri, verður seldur sum ?royal-crab?.
Vinnulig veiða
Fyrr í ár keyptu teir báðir, vestmenningurin, Holgar Johansen og kollfirðingurin, Finnbogi Hansen, fyrrverandi ísfiskatrolaran, Skansatanga, sum nú kallast Bergunn og er riggaður til krabbaveiði. Felagið, sum eigur skipið, eitur Affinis.
9 mans eru við Bergunn, sum nú er á fjórða túrinum. Tann fyrsta túrin fingu teir góðar 1100 krabbar, og næsta og triðja túrin lá talið millum 6.000 og 7.000 hvønn túrin. Bergunn er nú á fjórða túrinum; teir fóru útaftur seinasta fríggjadag og koma væntandi innaftur at landa í dag ella í morgin.
Bergunn er eitt lutfalsliga lítið skip, og pláss er ikki fyri verksmiðju umborð. Tí hevur felagið leigað seg inn í ein part av fyrrverandi Roykivirkinum í Álakeri, har eini 8 fólk eru til arbeiðis, tá ið skipið landar.
Hetta man tískil vera fyrstu ferð í Føroya søgu, at eitt skip er á vinnuligari krabbaveiði undir Føroyum og hevur eitt virkið uppi á landi sum virkar krabba til útflutnings.
Bæði umborð á Bergunn og á virkinum í Álakeri eru fólk, sum hava drúgvar royndir innan krabbaveiði og virking av krabba í Grønlandi.
Skiparin, Holgar, stýrimaðurin, Eivind og maskinmeistarin, Tummas Jakku, eru allir royndir innan krabbavinnu í Grønlandi og á virkinum er eitt nú bróður Holgar, Bergur, sum í fleiri ár hevur verið verksmiðjuleiðari umborð á krabbabátum í Grønlandi.
Bæði umborð og í landi eru eisini onnur fólk, sum hava drúgvar royndir og eru dugnalig innan hesa vinnu.
Hetta eru alt ágrýtnir og arbeiðssamir menn, sum vilja leggja alla orku í at fáa hesa vinnu at bera til.
Fyritreytirnar eru tískil tær bestu, ið hugsast kunnu, nú henda vinna rættiliga er vorðin sjósett.
Stórur áhugi
Áhugin fyri projektinum hjá Affinis er stórur, og hvørja ferð Bergunn er komin til lands við krabba, hevur væl av fólki verið á bryggjuni og forvitnast. Sama er úti í Álakeri, har fólk hava hugt inn á gólvið og hava sæð, hvussu krabbin verður virkaður.
Umborð á Bergunn verður krabbin koyrdur í kassar í lastini og hildin livandi, til skipið kemur til lands. Á virkinum verður hann slaktaður, meðan hann enn er á lívi.
Í Álakeri er sett upp ein slakti-og pakkilinja, og tað hevur higartil tikið einar tveir arbeiðsdagar hjá 8 fólkum at slakta og pakka 6.000-7.000 krabbar. Enn er linjan ikki útbygd, soleiðis sum eigararnir ynskja tað, men alt nýtt krevur sína tíð. Á virkinum eru bara tveir ?knívar? ella maskinur til sláturs av krabbanum, og tí fæst ikki meira undan, enn tveir mans, sum standa við hesar báðar knívarnar, kunnu náa. Men hetta eru royndir og kvikir menn, sum duga síni ting, og tí gongur arbeiði so skjótt, sum tað nú einaferð kann
Hvussu skjótt veiðan verður arbeidd undan, veldst ikki minst um støddina á krabbanum.
Føroyski krabbin er stórur, og skal sláturarbeiði ganga skjótt fyri seg, eru ikki stundir at ræðast stóru og livandi kjaftarnar, tá ið tú tekur krabbarnar upp úr kassanum. Tú heldur um beinini og kjaftarnar við báðum hondum og rennur krabban niðuryvir knívin, soleiðis at hann fer í tvey. Yvir knívinum melur ein bust, sum tekur innvøl, táknir og annað burtur úr. Síðan standa tveir mans og skera kjaftarnar av og koyra alt, sum eftir er, í eitt kar við kemikaliu. Upp úr aftur karinum kemur krabbin á bandi á eitt pakkiborð, har eini 3-4 fólk standa og skilja í støddir og pakka.
So hvørt, sum veiðan hjá Bergunn verður betur við enn fleiri rúsum, verður væntandi eisini neyðugt við einum ella tveimum knívum aftrat til slátur.
Fleiri rúsur
Samanumtikið má sigast, at tað hevur gingið væl hjá Bergunn at fiska. Teir hava bert 500 rúsur, meðan skipini, sum fiska í Grønlandi, vanliga hava einar 1000-1200 rúsur. Tá ið talið av rúsum er 1000-1200, kann skipið draga alla tíðina, samstundis sum rúsurnar kunnu standa longri.
Trupulleikar hava verið við lús, sum er farin avstað við agninum eftir stuttari tíð, men hesir trupulleikar kunnu loysast ? og eru partvís loystir. Fiskimaðurin er sjáldan ráðaleysur, og sleiðis er eisini í hesum førinum. Í staðin fyri, at agnið hongur leyst niðri í rúsuni og verður etið, áðrenn krabbin fær stundir at klóra sær upp í rúsuna, verður agnið nú koyrt niður í plastikíløt við smáum holum, sum lúsin ikki sleppur inn ígjøgnum. Tískil ?duftar? agnroykurin út úr plastikílatinum og lokkar krabban upp í rúsuna. Hetta ger, at agnið fiskar nógv longri og nógv fleiri krabbar koma í rúsuna.
Vandamikil veiða
Útlendsk hagtøl siga, at krabbaveiða er rættiliga vandamikil. Rúsurnar eru nógvar, og endarnir liggja sum eitt ?fjall? á dekkinum. Tá ið menn gerast troyttir, er skjótt at gerast fastur og enda uttanborða, um illa vil til. Í øðrum londum, har krabbaveiða hevur verið í nøkur ár, eru menn farnir fyri borð, og teir eru ikki so fáir, sum hava látið lív á sjónum.
Annars er at siga um krabban, at hann í sjálvum sær er eitt loyndarmál. Eitt nú hevur hann teir eginleikar, at hann kann sleppa beinunum, tá ið hann gerst trongur ? ella umstøðurnar broytast.
Hvussu hesi viðurskifti hanga saman, veit eingin, og tí noyðast teir, sum eru í hesi vinnu, at finna út av, hvussu krabbin best verður viðfarin og í besta standi kann koma á marknaðin ? til besta prísin.