Nú er seinasta strekkið á vegnum ímillum Lopra og Akrar breiðka, so nú er allur vegurin tveysporaður.
Fyri at rætta vegin upp, er bæði breiðkað omanfyri við at taka av bakkanum framvið, og í øðrum lagi fylt út niðanfyri.
Somuleiðis eru nýggj gøtuljós sett upp á teininum, haðani hendan myndin er, sigur Landsverk.
Somuleiðis er bakkaverja gjørd í Fámjin, so brimið ikki máar meira av fjøruni, har vegurin gongur framvið.
Fleiri aðrar ferðslubetringar eru gjørdar í Suðuroy seinasta árið. Á Nes í Vági er busslummi gjørdur, so tað er tryggari hjá ferðafólkum at koma til og frá bussinum og í Fámjin er bakkaverja gjørd, so brimið ikki máar meira av fjøruni, har vegurin gongur framvið.
Síðani nýggjur fótbóltsvøllur er komin í Trongisvági, er ferðslan til og frá økinum økt munandi.
Tí hevur Landsverk tryggja vegamótið Trongisvág-Hvalba við gonguteigum og ljósum við hetta vegamótið, har eisini skúli og ítróttarhøll sum kunnugt liggja.