Tveyarin styrkir seg

Liverpool FC brynjar seg til komandi kappingarár

“Tú dregur meg sum ein magnetur”, syngur Jens Lisberg og spakmælti felagsstjórin hjá Liverpool árini 1974-83, Bob Paisley, dugdi eisini at taka til, tá hann dróg øll hugsandi steyp at sær, men sum hann speiskliga kundi orða seg: “Minst til, eg havi eisini verið her í truplum tíðum. Okkurt árið endaðu vit nr. 2!” Undanmaðurin árini 1959-74, Bill Shankly, kallaði tað at enda sum nr. 2 fyri at standa brúðargenta. Núverandi felagsstjórin hjá Liverpool, Jürgen Klop, hevur ofta verið brúðargenta seinnu árini og tað ynskir hann at broyta uppá.

 

Hóast Liverpool Football Club hevur kappast á øllum hermótum í ár, so er miðalaldurin á hópinum nakað høgur. Fleiri av teimum berandi leikarunum, sum hava givið fjepparunum so nógvar góðar løtur, eru komnir nakað til árs í fótbóltshøpi. Fyrstur av fáa øksarhøggið tykist at vera senegalesarin Sadio Mané, sum týska stórfelagið, Bayern München, ætlar sær til komandi kappingarár. Liverpool hevur eisini ligið leingi í lønarstríði við Mohamed Salah.

 

Hurðin gongur kortini báðar vegir, tí fyrr í ár ognaði Liverpool sær 19 ára gamla portugisan Fábio Carvalho frá Fulham, og nú eru 18 ára gamli høgri bakkurin frá Aberdeen, Calvin Ramsay, umframt stórkeypið og toppskjúttin í portugisisku deildini, Darwin Núñez, á veg til Liverpool. Talan er um sama Darwin Núñez, sum gav Virgil van Dijk so stórar trupulleikar í fjórðingsfinaluni í Champions League, tá Núñez skoraði 2 mál, hóast Liverpool vann 6-4 samanlagt.

 

Darwin Núñez verður ikki bíligur, tí feløgini eru komin ásamt um ein prís á 560.000.000 krónur umframt onnur ískoyti áljóðandi 175.000.000 krónur. Í morgin skal Darwin Núñez gjøgnum eina læknakanning og klarar hann hana, so verður hann dýrasti Liverpool leikarin nakrantíð.