Tvey ymisk uppskot um Saltsiloina

Lagnan hjá Saltsiloini verður avgjørd fyrrapartin.

 

Løgtingið skal taka støðu til tvey ymisk uppskot um konserthúsið á Drelnesi. Fyrra uppskotið, sum landsstýrismaðurin í Fìggjarmálum hevur latið úr hondum, leggur upp til at lata 20 milliónir krónur so hvørt, sum húsið verður bygt - fyrstu milliónirnar verða latnar í fyrsta lagi næsta ár.

 

Í seinna uppskotinum, sum Edmund Joensen hevur gjørt, skulu 6 milliónir gjaldast í ár, og restin í tveimum umførum komandi tvey árini.

 

Harumframt bindur løgtingið seg til at veita árligan stuðul á 2,5 milliónir krónur til at reka mentanarhúsið, tá tað er klárt at taka í nýtslu.