Tvey vilja keypa Portalin

Føroya Tele hevur fingið tvey tilboð frá feløgum, sum eru sinnað at keypa Portalin.

Freistin at bjóða upp á Portalin var úti klokkan 15 í dag og Jan Mortensen, privatkundastjóri á Føroya Tele, sigur, at tvey tilboð kom inn.

Tað hevur verið alment frammi, at Portalin er til sølu fyri hægsta boð yvir fimm milliónir.

Men Jan Mortensen vil hvørki siga, hvør tað er, sum hevur bjóðað, hvussu høg tilboðini eru, ella hvussu stórur munurin er á teimum.

Á Føroya Tele fara tey at viðgera tilboðini í morgin, men Jan Mortensen sigur, at fyri tað er ikki sagt, at avgerðin verður tikin í morgin.

Men hann staðfestir kortini, at á Føroya Tele vilja tey fegin hava málið avgreitt so skjótt, tilber.