Tvey varafólk á býráðsfund í kvøld

Tveir býráðslimir í Havn bara boðað frá, at teir ikki fáa møtt á býráðsfundinum hjá Tórshavnar býráð i kvøld.

Tey eru Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum og Súna Mørk úr Javnaðarflokkinum.

Sambært skránni fyri býráðsfundin í kvøld, so verður tað triði varamaður hjá Fólkaflokkinum, sum tekur sæti fyri Birgir Nielsen. 

Nummar fimm á listanum hjá Fólkaflokkinum er Rói B. Poulsen, sum fekk 135 atkvøður á seinasta býráðsvali. Framman fyri hann á listanum eru annars Bogi Andreasen við  157 atkvøðum og Kristian Martin Skála við 185 atkvøðum. Men hvørgin teirra møtir sum varamaður á býráðsfundinum í kvøld sambært skránni fyri býráðsfundin.

Helena Dam á Neystabø, sum møtir fyri Javnaðarflokkin, hevur áður sitið í býráðnum. Men hon var ov stutt á seinasta vali og endaði á sjeynda plássi saman við Biritu Baldvinsdóttir, tær fingu báðar 165 atkøvður. Tætt er millum varafólkini, tí Høgni Joensen fekk 164 atkvøður á 9. plássi hjá Javnaðarflokkinum.

Soleiðis var býtið millum flokkarnar í Tórshavnar býráð á seinasta býráðsvali:

##med2##

Soleiðis var persónliga atkvøðubýti á listanum hjá Fólkaflokkinum á seinasta býráðsvali:

1    Annika Olsen    586

2    Birgir Nielsen    192

3    Kristian M. Skála    185

4    Bogi Andreasen    157

5    Rói B. Poulsen    135

6    Jan Christiansen    115

7    Erling Mørkøre    91

8    Rói Snorrason    57

9    Dánial Hansen    44

10    Oddbjørg Højgaard    44

11    Hans Martin Hansen    29

12    Michel Nielsen    

Soleiðis var persónliga atkvøðubýti á listanum hjá Javnaðarflokkinum á seinasta býráðsvali:

1    Heðin Mortensen    2284

2    Tróndur Sigurðsson    882

3    Kristianna Winther Poulsen    440

4    Kári Johansen    268

5    Súna Mørk    258

6    Bjørg Dam    202

7    Birita Baldvinsdóttir Iversen    165

8    Helena Dam á Neystabø    165

9    Høgni Joensen    164

10    Bergur Robert Dam Jensen    150

11    Odd Færø    145

12    Bjarni Beder    119

13    Høgni Midjord í Stovuni    103

14    Sára Gullfoss    103

15    Milia Egilsnes Anda    96

16    Irma Justinussen    78

17    Niels á Reynatúgvu    71