Tá freistin at stilla upp til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag var úti hin 4. desember, var greitt, at trý valevni eru til valið hesaferð.
Formaðurin seinastu seks árini, Jan Højgaard, stillar upp aftur, og síðan eru tveir avbjóðarar.
Teir, sum hesaferð bjóða Jan Højgaard av, eru Sakarias Zachariassen, sum býr í Sandoynni, men hevur ættarbond í Streymnesi - og síðan Grímur Hammer, sum er eiðismaður og starvast sum skrivstovumaður á Fiskimannafelagnum.
Tað kann tykjast eitt sindur serstakt, at maður, sum dagliga starvast á skrivstovuni saman við sitandi felagsformanni, stillar upp móti sínum egna ”arbeiðsgevara”, men líkt er ikki til, at hetta er nakar trupulleiki - og í besta føri kanska slett eingin trupulleiki.
Sámal við telefonina
Síðan tað gjørdist greitt, at trý valevni eru til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag, og at tvey av valevnunum starvast á skrivstovu felagsins, hevur stjórnin í felagnum gjørt av, at næstformaðurin, Sámal Poulsen, skal hava sæti á skrivstovuni, til valið er av í endanum av januar mánaða næsta ár.
Sámal Poulsen sigur við Sosialin, at hansara uppgáva á skrivstovuni serliga er at taka telefonina, tí stjórnin hevur hildið, at tað er rættast, at sitandi formaður ikki einsamallur av stjórnarlimunum er á skrivstovuni, meðan valið fer fram.
Er eingin trupulleiki
Sosialurin spurdi Sámal Poulsen, hvat stjórn og felagsformaður siga um, at eitt starvsfólk á skrivstovuni letur seg stilla upp móti sitandi formanni.
- Eg haldi ikki, at hetta er nakar trupulleiki, og eg haldi heldur ikki, at Jan Højgaard tekur hetta illa upp.
Næstformaðurin í Føroya Fiskimannafelag vísir á, at eingin kennur framtíðina, men hann heldur ikki, at avgerðin hjá Grími Hammer fær nakrar avleiðingar fyri hansara starvsviðurskifti.
- Nei, tað havi eg ikki varhugan av. Nú vita vit sjálvsagt ikki, hvør er felagsformaður, tá valið er av, og tí er ógjørligt at siga, hvussu skrivstovuviðurskiftini verða skipað, sum tíðin gongur.
Nógv at gera
Uppundir endan av árinum er nógv at gera á Føroya Fiskimannafelag við hagtalsarbeiði, ársfrágreiðing og skipan av landsfundi, sum verður hildin millum jól og nýggjárs, tá flestu fiskimenn eru heima.
Sámal Poulsen sigur, at landsfundurin í ár verður í hølum Føroya Abeiðarafelags á Tjarnadeild 5 í Havn hin 28. desember.
- At rættiliga nógv er at gera á skrivstovuni í hesum døgum, er so eisini ein orsøkin til, at eg hjálpi til á skrivstovuni fram til endan av januar, sigur næstformaðurin í Føroya Fiskimannafelag.