Tvey væl uppløgd kór í Klaksvík

Tað er altíð hugvekjandi at hoyra íslendskan manskórsang, so sum í Skúlanum við Ósánna seinnapartin. Tó at talan var um Gamlir Fórsbræður - og sum navnið ber boð um - eldri menn, so sat nógv á ryggraðnum enn.

Tað er altíð hugvekjandi at hoyra íslendskan manskórsang, so sum í Skúlanum við Ósánna seinnapartin. Tó at talan var um Gamlir Fórsbræður - og sum navnið ber boð um - eldri menn, so sat nógv á ryggraðnum enn.

 

Fastleiki og eingin ivi um hvat sungið verður – áræði og gleði. Mergjað og væl sungið. Ein glað og løtt skrá. Gamlir Fóstbræður venja 14. hvønn dag, meðan Fóstbræður venja tvær ferði um vikuna.

 

Eisini sungu 17 Sangarar hegnisliga væl, sum rørdi íslendsku gestirnar. Tann eini teskaði mær í oyrað: Eg fái tár í eyguni av hesum frálíka sangi.

 

Jógvan við Keldu tók orðið og ynskti ein av kendastu klaverleikarum í Íslandi, Jónas Ingimundarson, sum spældi undir hjá Gamlir Fóstbræður, til lukku við teimum sjeyti – Tað eru fýra mánaðir millum Jógvan og Jónas, sum báður hava fyllt 70. Jógvan bar honum heilsan og gávu frá 17 Sangarum.

 

Ein frálík konsert, sum við góðum huglagið ber boð um eitt gott og drúgvt vinarlag – eisini takkað verið vinarbýarsambandinum millum Klaksvík og Kópavog. Kórleiðarin, Árni Harðarson, sum er komponistur, er stjóri á Tónlistaskúla Kópavogs. Jónas Ingimundarson býr í Kópavogi og var hann við til 100 ára haldið hjá Klaskvíkar kommunu í 2008. Nógv onnur bond binda hetta frágera kór at Klaksvík.

 

Gamlir Fóstbræður, sum í gjár sungu saman við Tórshavnar manskóri í Vesturkirkjuni, fóru avstað aftur til Íslands í kvøld við leiguflogfari.

 

 

Orð og myndir: Dávur Winther