Tvey vælmannað lið

EB/Streymur hevur fyri fyrstu ferð í rúma tíð allar mans tøkar, og kunnu tí stilla við sterkastu manning. Hjá KÍ eru onkur smærri ivamál, men eisini har rokna tey við øllum leikarum


Tað eru tvey vælmannað lið, sum fara á vøllin leygardagin til ársins seinasta landskappingardyst. EB/Streymur spælir fyri gull, KÍ fyri bronsuni og tí kunnu vit rokna við, at allir mans bjóða seg fram, tá liðini skulu setast – eisini teir sum hava onkran minni snudd, tí nú skal slagið standa, og so kunnu teir hava ilt aftaná.
EB/Streymur hevur fyri fyrstu ferð í langa tíð allar mans tøkar. Seinasta dyst var Marni Djurhuus leikbannaður, men hann er so við aftur nú.
Bárður Olsen hevur verið úti leingi við skaða, men var við í Fuglafirði. Hann er eitt sindur eymur í knænum nú, men á Mølini rokna tey við honum leygardagin.
Klaksvíkingar hava eisini onkrar menn, sum dragast við minni snuddir. Erling Fles datt í vikuni undir venjing og meiddi sær økslina. Tí er hann ivasamur og tað sama er Sinisa Jovanovic, sum ikki var við í móti GÍ orsaka av skaða. Men klaksvíkingar bæði vóna og vænta, at hesir báðir vera við leygardagin.
Ein annar leikari, sum heldur ikki var við í móti GÍ, var Høgni Madsen. Hann var leikbannaður tá, men er nú tøkur aftur.
Við øðrum orðum, so eru allir mans helst tøkir leygardagin. Onkur minni ivamál, men tá dysturin skal spælast vilja helst allir sleppa upp í part hóast alt.