Tvey ungfólk lótu lív

Tvey ungfólk lótu lív, og ein var álvarsliga skaddur, tá tey nýggjársmorgun vóru fyri eini ferðsluvanlukku

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at vanlukkan hendi á vegnum út ímóti Norðasta Horni.
? Tvey teirra lótu lív á staðnum. Tað var staðfest av einum lækna, tá tey komu út á Landssjúkrahúsið. Hin triðji fekk ringt á 112, og boðað frá vanlukkuni, áðrenn hann fall í óvit, greiðir vakthavnadi frá.
Tey trý sótu øll á sama scootara og koyrdu á sonevndu súkklubreytini, ið er framvið ovaru síðu á vegnum út til Norðasta Horn.
? Tey koyrdu eystureftir, og vóru sostatt á veg oman ímóti Havnini, tá tey allarhelst hava rakt ein av mongu steyrunum, ið standa framvið vegnum og síðani hava mist tamarhaldið á scootaranum, greiðir vakthavandi frá.
Vakthavandi sigur víðari, at scootarin var slongdur nakað burtur, men at tey trý lógu tætt saman, og vórðu ikki slongd serliga langt burtur av harða stoytinum.
Løgreglan veit ikki at siga um tey koyrdu ov skjótt ella um tey vóru ávirkað av rúsdrekka. Tó hevði eingin av ungfólkunum hjálm.
Scootarin er tikin inn á Bileftirlitið, har hann í løtuni verður kannaður.