Tvey umfør undan restini

Við sigrinum á B68 er EB/Streymur nú sjey stig undan næstu liðunum, og sum formbarometrini sveiggja tykist spurningurin vera, hvør kann nerta sundalagsmenn

Fótbóltur

 

Góða gongdin hjá B68 steðgaði við eitt brak, tá teir í gjárkvøldið tóku ímóti oddaliðnum, EB/Streymi.

Og sum so var ikki tað stóra, sum toftamenn kundu seta fingurin á, tá alt kom til alt. Gaman í hevði B68 í longum løtum av dystinum bóltin fult so nógv, sum mótstøðan hevði tað, men tað gekk tó munandi skjótari fyri seg, tá EB/Streymur søkti at heimamálinum.

 

Arnbjørn ajour

Sum ikki einaferð, so var Arnbjørn Hansen stóra hóttanin móti mótstøðuni. Og við tveimum málum eydnaðist honum at koma ajour aftur, soleiðis at hann aftur hevur eitt meðaltal upp á eitt mál fyri dystin.

Ávaringarnar vórðu longu sendar, tá Arnbjørn hevði stútað á tvørtræið tíðliga í dystinum, og eftir lítlum korteri var vandamikli maður hægstur eftir hornaspark, soleiðis at bólturin varð beindur í meskarnar.

Støðugt royndi EB/Streymur at søkja meira at málinum hjá B68, sum eisini uttan stórvegis hepni royndi at svara aftur. Men tað var ikki fyrr enn eftir steðgin, at dysturin varð punkteraður.

Aftur var tað Arnbjørn, sum var á rætta staðnum, tá hann við høvdinum stýrdi bóltinum inn um handara stólpa, og tá Bárður Olsen lítlan seinni økti við dundurskoti, var púrasta leyst og liðugt.

 

Myndamaðurin útihýstur

Fyri okkum her á blaðnum – og kanska eisini fyri lesaran – var tó spell, at myndamaður okkara ikki fekk atgongd til dystin. Eitt total-forboð móti gratistum tykist vera sett í verk á Toftum, og tað bar við sær, at hvørki bilur ella myndamaður hjá Sosialinum slapp inn á Stadion-økið uttan at gjalda. So hesa ferð má lesarin vera myndina fyriuttan.