Nú føroysku uppsjóvarskipini av álvara rokaðust í makreli í endanum av seinastu viku, hevur verið neyðugt at bíða eftir landingartørni.
Finnur Fríði, sum kom á Tvøroyri fríggjadagin, er enn ikki liðugur at landa tey umleið 1500 tonsini av makreli, sum teir saman við Tummari T fingu í tveimum tóvum.
Tvey onnur skip hava lagt veiðina upp á Tvøroyri, síðan Finnur Fríði fór at sigla av feltinum og var inni fríggjamorgunin klokkan 10.
Tá in.fo tosaði við stýrimannin á Finni Fríða í morgun, Rasmus Mikkelsen, vóru umleið 500 tons eftir at fáa upp úr skipinum. Hann væntaði, at teir fóru at verða klárir at loysa aftur einaferð í nátt.
Góða makrelveiðan, sum skipini høvdu í síðstu viku, var á leiðini suður móti ES-markinum, men seinni hava skipini aftur fingið makrel einar 50 fjórðingar inni í føroyskum sjógvi.
Eisini hevur ljóðað, at íslendsk skip um dagarnar hava havt góða makrelveiði í íslendskum sjógvi, nær fiskimarkinum millum Føroyar og Ísland.
Seinastu makrellastirnar í fjør vórðu landaðar í fyrru helvt av oktober, og tí hevur føroyska uppsjóvarvinnan góðar vónir um, at makrelurin fer at halda sær í føroyskum sjógvi eina tíð enn.