Tvey tingfólk á fund í Oslo

Meðan útnorðurfundurin í Føroyum er útsettur, so er Norðurlandaráðs fundur í Oslo

Norðurlandaráðið hevur vanliga fund hesa tíðina, og í ár er fundurin í Oslo.

 

Hetta er ein vanligur fundur, men hann hevði ligið samstundis sum evnisráðstevnan hjá Útnorðurráðnum. Tann ráðstevnan skuldi byrja í Havn í morgin, men er útsett orsaka av politisku støðuni í Íslandi.

 

Hildið verður, at evnisráðstevnan verður í februar.

 

Til Norðurlandaráðsfundin í Oslo fara tey bæði føroysku umboðini - Jenis av Rana, Miðflokkurin, og Ruth Vang, Framsókn.