Tvey til fimm hitastig alla vikuna

 

 

Í dag fer ein kuldabrúgv og kaldari luft at streyma oman yvir landið av norðri. Týsdagin fer eitt lágtrýst, sunnan fyri Ísland, spakuliga í ein eystan og fer framvið beint sunnan fyri Føroyar. Fyri árstíðina køld luft streymar tí inn yvir Føroyar av eystri og seinni norðri.

 

Heita veðrið, sum DMI lovaði síðst í seinni viku, sær tí út til at blíva av ongum.

 

Í dag, 2. Hvítusunnudagin verður andøvsgul til stívt andøvsgul av vestri, 7 til 10 m/s, skýggjað og í støðum regn ella sirm. Seinnapartin snarar hann í ein norðan og tað kárar í. Hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av norðri og landnyðingi, 2 til 7 m/s. Skýggjað, men væntandi turt. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum øtlar og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og sum frá líður nógv regn av útsynningi, møguliga vátaslettingur í støðum. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað, men sum frá líður turt. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 5 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s, sum spakuliga makar í lot til andøvsgul, fyrst av norðri, seinni av ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta turt og sum frá líður sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Hósdain verður lot til andøvsgul av norðri og eystri, 2 til 7 m/s. Sól og yvirhøvur turt og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt og hitin millum 2 og 7 stig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt og hitin millm 2 og 7 stig.