Løgreglan í Spania hevur tikið ein italskan mann og eina portugisiska kvinnu í sambandi við málið um ta burturfluttu ensku gentuna, Madeleine McCann. Sambært bretskum fjølmiðlum er tann tikni maðurin fyrr dømdur í Fraklandi fyri at hava gjørt seg inn á børn. Løgreglan kennir eisini unnustuna, tí hon hevur verið undir illgruna fyri ólógliga ættleiðing.
Tey bæði vórðu tikin í suðurspanska býnum Algeciras, men løgreglan sigur seg ikki hava nakað prógv fyri, at tey hava nakað við burturflytingina at gera.
Løgreglan fekk áhuga fyri tí 61 ára gamla italiumanninum, tí hann hevur sagt, at hann visti, hvar Madeleine McCann var. Sambært løgregluni vildi hann hava samband við foreldur hennara, og hann vildi hava 2,5 mió. bretsk pund fyri at lata teimum gentuna aftur.