Tvey tikin afturat í Bretlandi

Bretska løgreglan hevur tikið tvey fólk, sum verða sett í samband við atsóknina at floghavnini í Glasgow. Talan er um tveir menn, sum eru ávikavist 25 og 28 ára gamlir, skrivar Reuters úr London.

Sostatt hevur løgreglan nú tikið sjey fólk í sambandi við atsóknina í Glasgow og tær báðar bumburnar í London, og løgreglan ivast ikki í, at samband er ímillum hesar tilburðirnar.

Myndugleikarnir hava lýst landið í hægstu tilbúgving. Tann støðan er ikki broytt, og tað fær fjølmiðlarnar at halda, at løgreglan leitar framvegis eftir fólki, sum verða hildin at hava tilknýti til tilburðirnar um vikuskiftið.