Tvey tey seinastu flogførini komu ikki í kvøld

Flogfarið, sum skuldi koma úr Keypmannahavn í kvøld kl. 21:15 lendi ikki, tað fór avstað aftur um 22:20 tíðina og kemur aftur í Vágar fyrrapartin í morgin.

Flogfarið, sum skuldi koma úr Reykjavík er avlýst og kemur í Vágar fyrrapartin í morgin.

Veðurlíkindini í kvøld vóru vánalig, nógv toka, men stilt. ´

Í nátt verður hann útsynningur, tað verður mjørki, vindferðin fer at liggja um 6 m/sek, tíðliga í morgin verður hann sunnan í ættini, vindferðin fer aftur at liggja um 6 m/sek, tað sær út til, at tað aftur verður mjørki í morgin.

Eftir ætlan skulu 8 flogfør koma í Vágar í morgin, so við teimum, sum ikki lendu í kvøld, verða tey 10 í tali.