Tvey tíðindafólk úr Føroyum

Travel Mart

 

Tvey tíðindafólk úr Føroyum vóru beinleiðis við á Vestnorden Travel Mart, eitt tíðindafólk úr Kringvarpinum og eitt umboðandi miðlarnar, sum Miðlahúsið eigur og rekur. Umstøðurnar hjá tíðindafólki vóru annars góðar, og tey fingu góð hølir at vera í á stóra Scandic Copenhagen hotellinum, har ferðavinnustevnan varð hildin. Tó at Ísland hevði størstu umboðanina á Vestnorden Travel Mart, vóru eingi íslendsk tíðindafólk at síggja í hesum rúmi, meðan stevnan var. Hinvegin vóru tveir tíðindamenn, sum skriva fyri grønlendsk bløð og tíðarrit.