Tvey supply-skip

Felagið P/F 6. September, sum P/F Supply Service í Leirvík og aðrir eiga, undirskrivaði 10. november sáttmála við Solstrand Skipasmiðjuna í Noregi um at byggja enn eitt supply skip. Hetta skipið verður av slagnum, Havyard 832. Tað verður 77 metrar langt, 17,6 metrar breitt og verður latið í september 2008.
Skipið verður fíggjað av einum bankasamtaki, ið er Føroya Sparikassi, Føroya Banki og Realurin, og ætlandi verður tað skrásett í føroysku FAS-skipanini.
Tað var í september í ár, at P/F 6. September undirskrivaði hin fyrra sáttmálan um líknandi skip, sum verður latið eigarunum á vári 2008.