Fyri einari viku síðani vóru kollfirðingar um at geva Neistanum ein skelk, tá teir í stórum pørtum av dystinum høvdu eitt sera gott tak á oddaliðnum.
Tað ferðina skrædnaði ballónin tó, tá liðformaðurin og spælskiparin, Petur Martin Johansen, varð rikin av vølli.
Reyða kortið hevði við sær, at Petur Martin ikki var við, tá kollfirðingar sunnudagin skuldu royna seg móti hoyvíkingum, og skuldi vísa seg at verða ein dyggur smeitur fyri kollfirðingar.
H71 eisini skert
Ikki tí, hoyvíkingar vóru eisini rættuliga skerdir, tí fleiri av teimum leikarum, sum undanfarnu dystirnar hava mannað liðið, vóru ikki við, orsakað av fótbóltsørindum, men kortini mundi smeiturin vera dyggastur hjá kollfirðingum.
Teir fingu nevnliga ongantíð glið á spælið, og hóast teir fyrsta hálvan tíman fylgdu væl við hoyvíkingum, so var alla tíðina sjónligt, at hoyvíkingar høvdu góðan møguleika at vinna dystin.
Fyrra umfarið megnaðu teir tó ongantíð at skræða seg rættuliga leysar, men beinanvegin, sum seinni hálvleikur byrjaði, lupu teir avstað.
Eftir lítlari løtu høvdu teir vunnið seg seks mál fram um mótstøðumenninar, og hóast kollfirðingar megnaðu at minka nakað um munin, so vóru teir ongantíð nær námind sigrinum, sum hevði tryggjað teimum fimta plássið á stigatalvuni.
Nú er ístaðin brádliga líkt til, at hoyvíkingar kunnu vinna sær hetta plássið, tí hóast teir enn eru eitt stig aftan fyri kollfirðingar, so eiga teir ein dyst móti Tjaldrinum, og útlitini fyri sigri í hesum dysti mugu sigast at vera rættuliga góð.
Týdningarleys pláss
Bæði kollfirðingar og hoyvíkingar eru nú vísir í, at teir í øllum førum ikki enda á niðasta sessinum á stigatalvuni. Týdningurin av hesum er tó mest av sálarligum slag, tí sum støðan er í løtuni, so hevur tað so at siga ongan týdning, um lið endar aftast ella ikki.
Tað er nevnliga soleiðis, at einki av teimum sjey liðunum í fyrstu deild kann flyta niður hetta kappingarárið. Einasta felag í aðru deild, sum ikki hevur lið í ovastu deildini, er Stjørnan, og tá Klaksvíkingar liggja aftastir í sínari deild, ber sjálvsagt ikki til at flyta niður.
Sjálvsagt ein harmulig støða, tí við hesum hvørvur samstundis tann spenningurin, sum eigur at vera í slíkum dystum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
H71: Eyðun Højgaard 10 (3), Halgir Dahl Olesen 7, Rene Dahl Olesen 3, Olaf Vestergaard 2, Tróndur Vatnhamar 2, Johnny Joensen 1
KÍF: Vagnur Johannesen 5, Eddie Joensen 4, Petur Martin Poulsen 3, Jákup Dam 2, Jónálvur Johannesen 2, Kristian Madsen 2, Hallur Hansen 1, Finn Heri Johannesen 1
Brotskøst:
H71 3, KÍF 3
Útvísingar:
H71 4, KÍF 2
Dómarar úr Tjaldur:
Dánial Hansen og Kári Hansen