Hetta er ein gomul siðvenja, sum bleiv stovnað 29. januar 1801 av H. M. Kong Christian den VII undir heitinum"Hæderstegnet for god tjeneste ved Søetaten".
Síðan tá hevur sjóverjan hvørt ár heiðrað starvsfólkum, sum hava gjørt tænastu í verjuni í samfull 25 ár.
H. M. drotning Margretha hevur í ár givið tveimum starvsfólkum hjá Færøernes Kommando hetta heiðurstekin. Teir eru ávikavist sersjant Søren Skinderholm í Hoyvík og Carsten Thomsen í Kvíkvík.