Oyggjaleikir: Sølvi Reinert Hansen, sum bleiv afturvaldur til nevndina í altjóða oyggjaleikasambandinum kann síggja fram ímóti tveimum spennandi árum í sessinum.
Tað er nevnliga í komandi ári, at avgerðin hvør fær oyggjaleikirnar í 2019 verður staðfest. Í september í ár skal umsóknin hjá Føroyum formliga handast altjóða oyggjaleikasambandinum.
Sølvi sigur seg merkja ein jaligan hugburð mótvegis Føroyum í altjóðaoyggjaleikasambandinum, og eingin annar er úti við einum boði uppá leikirnar í 2019.
Sølvi sigur, at tað hastar ikki at fáa fleiri oyggjar uppí oyggjaleikasamstarvið. Leikirnir mugu ikki gerast so stórir, at nærum eingin kann hýsa leikunum.
Ovast er ein longri ljóðsamrøða við Sølva Reinert Hansen.










