Løgreglan hevur verið á Sandoynni og kanna ferðsluna á veg til Teistan í morgun.
Úrslitið varð, at fýra bilførarar fingu bót fyri ymisk viðurskifti. Ein hevði ikki koyrikortið við sær, ein bilur hevði ein lyktafeil, meðan tveir bilførarar koyrdu uttan trygdarbelti.
Eitt lítið ferðsluóhapp var annars í Bøkjarabrekku seinnapartin í gjár. Ein bilur hevði rent á ein annan aftan ífrá í ljóskurvini ovast í Bøkjarabrekku. Eingin álvarsamur skaði stóðst tó av hendingini, sigur vakthavandi.
Eitt ferðsluóhapp var eisini í Sørvági í morgun. Har er ein bilur farin á glið í hálkuni og hevur rakt við ein annan bil. Heldur ikki her var nakar størri skaði.