Meðan vit føroyingar bíða eftir at okkara landslið skal dystast í annaðkvøld, so hevur ein góður forrættur verið upp á 2. umfar í HM-undankappingini í kvøld, har tríggir bólkar hava verið spældir.
Eftir 1-1-javnleik í fyrsta dystinum hevði Ísland í kvøld tørv á øllum stigunum, tá ið EM-hetjurnar úr grannalandi okkara fingu vitjan av einum øðrum norðurlandi, nevniliga Finnlandi.
Tað sá leingi ógvuliga svart út hjá íslendingum, sum vóru aftanfyri 2-1 til farið varð í holt við yvirtíðina, men á ein ella annan hátt megnaðu teir at skjóta tvey mál í yvirtíðini, soleiðis at teir vunnu 3-2.
Við sigrinum í kvøld hevur Ísland nú lagt seg fremst í bólkinum saman við Kroatia, sum í kvøld smurdi nýggja limalandið, Kosovo, av við einum 6-0-stórsigri.
Úrsltini í kvøld:
Bólkur D
Eysturríki – Wales 2-2
Írland – Georgia 1-0
Moldova – Serbia 0-3
Bólkur G
Makedonia – Ísrael 1-2
Italia – Spania 1-1
Liktinstein – Albania 0-2
Bólkur I
Ísland – Finnland 3-2
Kosovo – Kroatia 0-6
Turkaland – Ukreina 2-2










