Skipakeyp
Nú Vesturvón hevur keypt Sardis og Topas, eru fimm skip í reiðarínum. Umframt flaggskipið, Vesturvón, eigur felagið eisini trolaraparið Akraborg og Varborg. Prísin fyri hesi bæði skipini, sum nú eru keypt, vil stjórin á Vesturvíon ikki upplýsa.
Ólavur Petersen, stjóri á Vesturvón, sigur, at skipini fara at fiska undir Føroyum, sum tey áður hava gjørt. Tey fara í so stóran mun sum gjørligt, sigur hann, at landa í Sørvági.
Vesturvón eigur flakavirkið í Sørvági, sum felagið Vestís Seafood rekur, og vónar Ólavu Setersen, at hesi bæði skipini, sum komin eru afturat. kunnu spjaða eitt sindur til har eisini.
Skipini bæði, sum Vesturvón nú hevur keypt, eru nevnd eftir støðum við fjarðarmunnan. Sardis eitur nú Dragasund, sum er fyri sunnan, meðan Topas nú eitur Akranes, sum liggur norðatil uttanvert Bíggjar bygd.
Um restina av flotanum sigur Ólavur Petersen, at Vesturvón í løtuni er í Barentshavinum. Hann hevði 137 tons inni sunnukvøldið og veðrur væntandi heima til jóla. Nú er kvotan eisini við at vera uppi, sigur Ólavur Petersen.
Hann vónar, at tað fer at bera til at fáa eina líkinda avtalu um svartkjaftin komandi ár, so vit hava nakað at býta um við russar. Tí svartkjafturin er lívsneyðugur fyri trolararnar eystan fyri.
Í aðrar mátar verður komandi ár sum vanligt hjá Vesturvón. Tað verður at fara eystureftir, eins og kongafiskurin í Irmingarhavinum og svartkalvi undir Grønlandi verða tað, farið verður eftir.
Tær báðar smáu borgirnar, Akraborg og Varborg, hava í ár fiska fyri einar 12 milliónir, sigur Ólavur Petersen, sum er nøgdur við tað. Tær hava verið til umvælingar stóran part av november mánaða, sigur hann.