Tvey skip sett í sigling upp á Sandoynna

Gamlarætt er stongd so siglt verður sum í gomlum døgum

Ternan er á veg til Havnar og Erla Kongsdóttir er á veg suðureftir

Nú eldur er í inni í Sandoyartunlinum, er ferjulegan stongd fyri almennari ferðslu, eisini fyri Ternuni. Tí hevur Strandferðslan nú gjørt av at sigla ímillum Havnina og Skopun í staðin. Umframt Ternuna, hevur Strandferðslan eisini sett Erlu Kongsdóttir at sigla ein eykatúr nú seinnapartin.

 

Men Strandferðslan ger vart við, at tað eru bara ferðafólk og persónbilar, sum sleppa við. Tó hava akfør í neyðsynjarørindum fyrsta rætt at sleppa við Ternuni.

 

Ternan er á veg til Havnar og fer suður aftur klokkan 14.15 og Erla Kongsdóttir er á veg til Skopunar við yvir 20 míla ferð, og hon fer norður aftur nú klokkan 14. Erla Kongsdóttir siglur eisini ein eykatúr úr Havnini klokkan 14.30 og úr Skopun klokkan 15. Men hon tekur bara ferðafólk.

 

Ternan er á veg til Havnar og Erla Kongsdóttir er á veg suðureftir