Tvey skip landa í Vestmanna

Í dag landa Vestmenningur og Vesturbúgvin í Vestmanna. Vesturbúgvin samtrolar við Eysturbúgvan, teir hava tilsamans uml. 200 tons, Vesturbúgvin landar í Vestmanna og Eysturbúgvin á Sandi. Teir byrjaðu túr 13. februar og hava roynt eystanfyri.

Vestmenningur samtrolar við Fram, teir hava uml. 195 tons, Vestmenningur landar í Vestmanna, teir hava 85 tons, Fram landar í Havn, teir hava 105 tons. Vestmenningur og Fram byrjaðu túr 13. februar, teir hava eisini roynt eystanfyri.

Væntandi fara allir nýggjan túr í kvøld.

Tað hevur verið nógv og støðugt fiskaarbeiði í Vestmanna. Har arbeiða, umframt vestmenningar, bæði fólk úr Kvívík, Vágum og úr Havn.