Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í grønlendskum sjógvi. Tey fiska serliga tosk og brosmu. Hesi bæði skipini koma væntandi heim at landa seinast í vikuni sum kemur.
- Tvey línuskip eru vestan fyri undir Føroyum og fiska tosk og svartkalva. Væntandi koma hesi inn at landa seinast í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at umframt tey bæði ísfiskalínuskipini í grønlendskum sjógvi, er eisini eitt frystilínuskip har yviri.
- Haraftrat eru tvey føroysk línuskip í Grønlandi og taka ímóti fiski, verður lagt aftrat.
Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin verður brúkiligur teir næstu dagarnar, og væntandi er eisini, at veðrið verður gott.
- Men, vit vænta ikki nógvan útróður i næstu viku, og útróðurin er sum heild smáligur, verður lagt aftrat.