Nærum øll árini síðani skúlin í Mykinesi varð bygdur í 1896, hava skúlabørn verið her. Í dag eru tey tvey í tali Skúlabørnini bæði - og systkini! - Ronja í 1. flokki og Hans Meinhard í Eyðansstovu í 4. flokki hava í morgun havt lesing á tímatalvuni.
Fyri løtu síðani var tímin liðugur, og av tí at tað var turt uttanfyri fóru tey útum at spæla eina løtu.
Hesin skúladagurin verður av um eina løtu - t.v.s. umleið klokkan hálvgum eitt - og tá fara tey bæði heim til hús at fáa sær eina døgurðabita.
Í komandi bløðum fer Sosialurin at hava fleiri frásagnir úr vestastu oyggj okkara.