Lógaruppskotið um at leingja sáttmálan hjá maskinmeistarunum varð beint í vinnunevndina hjá løgtinginum. Nevndin býtti seg í samgongu meiriluta og ein andstøðu minniluta. Hvørki Miðflokkurin ella Sjálvstýrisflokkurin eiga umboð í vinnunevndini.
Her nøkur brot úr álitinum hjá Vinnunevndini:
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Samgongan
Nevndarviðgerðin hevur staðfest, at landsstýrismaðurin, sambært § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini skal góðkenna allar sáttmálar um lønar- og setanarviðurskifti fyri kommunal starvsfólk. Sostatt ásannar meirilutin í nevndini, at ikki ber til at taka einstakan sáttmála burturúr heildini. Meirilutin í nevndini tekur undir við uppskotinum um at leingja sáttmálan og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Andstøðan
Tað er ein fullkomiliga óhoyrd støða, at eitt framkomið samfelag kann hava tann trupulleikan, at ein vantandi sáttmáli elvir til arbeiðssteðg, har streymveitingin í landinum verður skamtað.Hetta er tekin um ein skipanarligan trupulleika, sum má loysast við ábyrgd og áliti millum partarnar í málinum, soleiðis at hetta ikki kann endurtaka seg.Landsstýrið hevur sjálvt skapt bráðfeingis trupulleikan, sum er íkomin við arbeiðssteðginum á verkunum hjá SEV, tá landsstýrismaðurin noktaði at góðkenna sáttmálan millum partarnar og ikki tók stig til at finna aðra loysn beinanvegin. Harvið hevur landsstýrið tengt hesi viðurskifti saman og nýtir nú Maskinmeistarafelagið sum jarnbrot til at fáa Løgtingið at leggja seg út í sáttmálasamráðingarnar sum koma.Henda loysn er stuttskygd og brýtur grundleggjandi prinsipp í samráðingarrættinum. Hetta fer at elva til grundleggjandi misálit millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og fer at forða fyri skilagóðum loysnum frameftir, har allir partar taka ábyrgd av at fáa ein skipaðan arbeiðsmarknað...
Tí vísir minnilutin til eina loysn, sum bæði Maskinmeistarafelagið og SEV hava váttað á fundi í vinnunevndini, at tey kunnu góðtaka og sum loysir trupulleikarnar frá grundini og ásetur eitt greitt ábyrgdarbýti millum partarnar frameftir uttan at gera seg inn á rættindini og ábyrgdina hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum...
Minnilutin mælir til, at uppskot um at broyta kommunustýrislógina verður lagt fyri Tingið og samtykt innan 1. september 2005, har leikluturin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum í sáttmálunum millum kommunalar arbeiðsgevarar og fakfeløg verður tikin burtur í lógini um kommunustýri. Rættast hevði verið um landsstýrismaðurin tók hetta uppskotið aftur, og landsstýrið skjótast tilber legði uppskot fyri Tingið um at broyta kommunustýrislógina samsvarandi omanfyri nevndu viðmerkingar. Hetta hevði borgað fyri at ein skilagóð loysn kundi fingist á tí óhepnu støðu, sum samfelagið í dag stendur í.
Kelda: www.logting.fo