Tvey sjálvmál á Valloyrini

Heimaliðið gjørdi tað, sum tað kundi roknast við, tá ið FSV04 í dag hevði vitjan av B36. Úrslitið var 5-1, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 3-1.

Brasilski Heron hevði longu skorað tvær ferðir, tá ið fimm minuttir vóru farnir. Tá ið stórt korter var farið, gjørdi B36 sjálvmál, og eftir góðan hálvan tíma gjørdi heimaliðið sjálvmál!

Í 2. hálvleiki skoraði FSV04 tvær ferðir: Jovan Panic økti beinanvegin til 4-1, oig eitt korter fyri leiklok staðfesti Jógvan Holm rimmar FSV04 sigurin.

Sigurin ber við sær, at FSV04 eisini eftir 19. umfar er á uppflytingarplássi, og at B36 framvegis er á 10. og aftasta plássi.