Tvey sjálvmál tryggjaðu Arsenal stig

Bara tveir dystir eru í Premier League í dag. Annar er júst liðugur, og har fekk Arsenal javnleik á útivølli takkað verið tveimum sjálvmálum

Tað vóru London-grannarnir úr West Ham, sum høvdu vitjan av Arsenal í dag, og  sigast má, at West Ham fekk eina flúgvandi byrjan, tí longu eftir góðum hálvum tíma vóru teir á odda heili 3-0.

Men stutt fyri hálvleik gjørdi West Ham sjálvmál, og tá ið søgan endurtók seg nakað inn í seinna hálvleik, sá Arsenal bráddliga møguleikan fyri at fáa í minsta lagi eitt stig. Og tað eydnaðist Arsenal at javna við máli frá Alexandre Lacazette til endaligu støðuna 3-3.

Eftir dystin er West Ham framvegis nummar fimm, meðan Arsenal er nummar níggju í Premier League.