Tvey sett koppaðu

Í tveimum av teimum fýra settunum í mansdystinum í Sørvági í gjárkvøldið var sera javnt, og tey kundu farið báðar vegir. Tey fóru hvør sín veg, men í hinum báðum settunum var SÍ klárt betri og vann dystin

Flogbóltur

Tað grettir ikki, at tá Fleyr spælir ímóti teimum báðum ovaru liðunum, Mjølnir og SÍ, so er talan um spennandi og javnar dystir, har Fleyr í øllum førum fær eitt ella tvey sett – eina eina ferð trý. Dysturin í Sørvági í gjárkvøldið var sum so einki undantak, tó hóast Fleyr ongantíð kom í snúningar í tveimum av settunum, var sera javnt í hinum báðum.
At hetta var seinasta útkall hjá Fleyr, sást í fyrsta setti, har liðið stríddist fyri sakini og eisini fyri tað nógva var eitt lítið sindur frammanfyri. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men við Fleyr sum tí, ið hevði hug at fara framum. Eftir javnleik 13-13, var Fleyr á odda við einum og tveimum bóltum, líka til SÍ aftur javnaði til 19-19.
Eftir hetta gjørdist tað eitt satt nervakríggj um, hvat av liðunum skuldi fara avstað við sigrinum. SÍ, sum hevði ligið eitt lítið sindur undir, vísti seg at hava sálarligu yvirvágina, men mátti stríða seg ígjøgnum tríggjar settbóltar, áðrenn tað eydnaðist at taka settið.

Fleyr kom aftur
Hetta hevði óivað kravt nógva orku hjá gestunum, tí í øðrum setti gjørdist tað avsmurningur, tí nú var SÍ nógv betra liðið. Serliga gjørdi Emil Mikkelsen um seg í álopinum og við sínum kraftfulla stíli syrgdi fyri heilt nógvum av stigunum, sum SÍ vann sær.
Fleyr vildi tó ikki geva upp, hóast støðan nú var 2-0 til SÍ. Tí líktist triðja sett nógv fyrsta setti, har tað ongantíð ordiliga gjørdist leyst millum liðini. Fyri tað nógva hevði Fleyr munin, og hóast tað ikki eydnaðist at vinna fyrsta settbóltin, so tað í staðin gjørdist javnt, 24-24, megnaði Fleyr at halda høvdið kalt og taka næsta møguleikan og settið.
Tað var framvegis púra opið langt inn í fjórða sett, og liðini fylgdust upp til 15-15. Men so setti Ragnar í Haraldsstovu seg sjálvan inn, og beinanvegin eydnaðist honum at blokka nakrar ferðir, so SÍ kom framum, og síðani gekk bara ein veg við settinum, ið sørvingar endaðu við at vinna rímiliga trygt, so tað gjørdist ein 3-1 sigur.