NSÍ-málverjin, Meinhardt Joensen, var ikki nøgdur eftir fyrra hálvleik ímóti KÍ, tí tað tá hevði hepnast klaksvíkingum at sett bóltin tvær ferðir í málið aftan fyri hann:
– Vit fingu tvey ótrúliga bílig mál ímóti okkum, annað beinanvegin og hitt ímóti endanum á fyrra hálvleiki. Vit áttu at fingið bóltin burtur. Men eftir steðgin fingu vit samlað liðið og bygt spælið upp av nýggjum, og so gekk ótrúliga væl, segði Meinhardt.
– Gongdin í fyrra hálvleiki var ikki nøktandi, men vit komu sterkt afturíaftur. At dysturin endaði 3-2 til okkum, var helst í lagi, sjálvt um vit høvdu øgiliga nógvar kjansir. Men sæð yvir 90 minuttir, spældu vit betur enn teir og høvdu meiri at geva, so tí var sigurin uppiborin.