Í gjár komu tveir stórir seglbátar á Vág, og hetta eru bátar hjá Clipper Ventures.
Í Vági verður sagt, at bátarnir, CV6 og CV11, komu inn eftir Vágsfirði og løgdu til bryggju í Vági.
- Hetta eru tveir 20 metrar langir seglbátar, og umborð eru 22 fólk, 11 við hvørjum báti.
Í Vági siga tey, at seglbátarnir helst koma at liggja á Vági einar tveir dagar.
Flestu av manningini umborð á CV6 og CV11 eru úr Stórabretlandi.
- Seglbátarnir komu úr Íslandi og fara ætlandi víðari suður eftir, tá veðrið batnar, verður lagt aftrat.