Tvey sølustøð í dag

Fótbóltssambandið boðar frá, at atgongumerkjasølan til landsdystin móti Serbia í kvøld, fer fram í Svimjihøllini og við Gundadalshøllina. Atgongumerkjasølan letur upp klokkan 16, og er kostnaðurin enn sum áður 150 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn. Á heimasíðuni leggur FSF dent á, at gjaldast má í reiðum peningi – og altso ikki við korti.