Tvey ára gomul limur í Mensa

Í Onglandi hevur ein lítil genta sett øll met. Georgia Brown er sum tvey ára gomul yngsti kvinnuligi limur í Mensa nakrantíð Limaskapurin ger hana samstundis til yngsta kvinnuliga lim nakrantíð. Tað veit Daily Mail at siga.

Vanlig vaksin hava ein IQ umleið 100, og við einum IQ upp á 152 er lítl gentan á sama støði sum fysikarin Stephen Hawking. Bara 0,2% av heimsins íbúgvum hava so høgan IQ. Til tess at gerast limur í Mensa, sum er eitt felag fyri sera evnarík, skal tú hava ein IQ upp á 130, og tað hava bert 2% av heimsins íbúgvum.

Georgia dugdi longu at ganga tá hon var 9 mánaðir, 14 mánaðir dugdi hon at lata seg í sjálv og hálvtannað ára gomul dugdi hon at tosa og kundi práta í einari vanligari samrøðu.

Fyri at eggja henni til, gongur Georgia til bæði ballett og franskt. Men hon er samstundis ein púra vanlig tvey-ára gomul genta, vísir mamman, Lucy Brown, á.

Summi vilja vera við, at tað eru tey eldru systkinini, sum eru tey mest skilagóðu, men tað passar ikki í førinum Georgia Brown. Hon er nevniliga tann yngsta av fimm ystkjum.

Tað eru bert 30 limir undir 10 ár í Mensa.