- William dansar hvønn dag, og tað ber als ikki til at steðga honum, tá hann fer í gongd við at dansa. Tað sigur Peter Stokkebroe, sum er pápi tvey ára gamla William. Í løtuni hittar tvey ára gamli dansarin á einum video á Youtube, har hann dansar jive.
William er sonur Kristina og Peter Stokkebroe, sum gjørdust heimsmeistarar í latíndansi í 2010. Tað eru ivaleyst onkrir føroyingar, sum kennast aftur við navnið Peter Stokkebroe, tí hann hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og hildið skeið í dansi.
Tað var í samband við nýggja dansistudio hjá foreldrunum, at lítli William fór út á gólvið og byrjaði at dansa. Upptøkan av dansinum bleiv síðani løgd á Youtube, og minni enn tvær vikur seinni er upptøkan við dansidronginum blivin víst beint yvir fimm milliónir ferðir.
Foreldrini hava tó enn ongar ætlanir um, at 2 ára gamli William skal gerast professionellur dansari eins og tey bæði.
- William skal gera tað, hann sjálvur hevur hug til. Hann er bara ein lítil drongur, og um tvey ár kann tað væl vera, at hann ikki tímir at dansa longur, sigur Peter Stokkebroe við danska TV2.