Tá Føroya Løgting á sinni liberaliseraði kringvarpslóggávuna, var endamálið at geva øðrum enn tí almenna møguleika at senda útvarp og sjónvarp. Við nýggju kringvarpslógini frá 2006 varð hetta endamál gjørt greiðari og lógin var ein almenn ásannan av, at gamla kringvarpslógin ikki livdi upp til sítt endamál nevniliga at fáa til vega eina meira fjølbroytta fjølmiðlamynd í Føroyum. Sama ár kom lógin um fjølmiðlaábyrgd, og staðfestast kann, at við hesum báðum lógum høvdu landsstýri og løgting tikið stór og týðandi stig til tess at fáa føroysku fjølmiðlarnar upp á altjóða støði.
Sostatt vóru skaptar betri fortreytir fyri tí liberalisering av øllum loftmiðlaøkinum, sum var Løgtingsins vilji. Kappingarstøðan var tó framvegis ójøvn, og Kringvarp Føroya, sum framvegis varð fíggjað við kringvarpsghaldi, slapp framhaldandi at supplera sínar inntøkur við lýsingum. Her var sostatt framvegis talan um lógfest kappingaravlagandi virksemi.
Lóggevarar okkara vóru sjálvsagt greiðir yvir, at heldur ikki nýggja kringvarpslógin frá 16. mai 2006 skapti fullar fortreytir fyri frælsari kapping á loftmiðlaøkinum. Teir løgdu tí nakrar treytir inn i lógartekst og viðmerkingar, sum skuldu tryggja privatum loftmiðlum ein møguleika fyri at yvirliva, soleiðis, at vit veruliga høvdu ein liberalsieraðan loftmiðlageira í Føroyum. Alment fíggjaða Kringvarp Føroya er ikki loyvt at hava handilslýsingar á sínum heimasíðum og Løgtingið boðaði klárt og greitt í viðmerkingunum frá, at lýsingarnar í Kringvarpinum skuldu trappast niður.
Hesar eru fortreytirnar hjá tí, sum roynir at reka útvarp ella sjónvarp á privatum støði í Føroyum. Ikki júst nakrar ynskifortreytir, men vit her í húsinum hava trúð og trúgva framvegis, at hetta ber til. Vit hava sett okkara álit á møguleikarnar fyri konvergensi og menning, ið eru til staðar í Miðlahúsinum við blað, útvarpi, portali og mentanarligum og debatskapandi tiltøkum í sjálvum húsinum í Vágsbotni. Vit liva og virka í tí føstu trúgv, at tað ber til at skapa óheft og gott útvarp, gott blað, góðan portal og góð tiltøk í tí kreativa og mennandi umhvørvinum kring standmyndina av gamla men æviga unga samfelagsrevsaranum Nólsoyar Páll.
Tá vit sjálv skulu siga tað, so halda vit, at tað er eydnast dugnaliga liðinum, starvsfólki og leiðslu í Rás2 at skapa eitt annað slag av útvarpi. Hetta er ikki eitt útvarp, sum skal koma í staðin fyri útvarpið hjá KVF, men Rásin skal vera eitt dygdargott og øðrvísi alternativ til almenna og mangan eitt sindur sjálvhátíðarligu útvarpsrásina. Hetta halda vit er við at eydnast ikki minst takkað verið okkara vinnu- og handilslívi, sum í vaksandi mun sær vakstrar- og menningarnmøguleikar við at lýsa og stuðla uppundir upplýsandi og undirhaldandi sendingar í Rásini. Hetta er hartil við at eydnast takkað verið ídnu, dugnaligu og kreativu starvsfólkunum í rásini, sum dag og dagliga leggja lív og sál í sendingarnar. Vit eru bert byrjað og ætla okkum at halda á við at geva Føroya fólki gott útvarp, gott blað, góðan portal og góð tiltøk og við hesum ynskja vit Rásini tillukku á tvey ára degnum.