»Tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing og afturgjald av 2.773.291,94 krónum til Kringvarpið innan 14 dagar«.
Soleiðis ljóðari dómurin, sum fyrrverandi fíggjarleiðarin í Kringvarpinum fekk í Føroya Rætti fyrrapartin.
Fíggjarleiðarin stóð ákærdur fyri gjøgnum góð 25 ár at hava svikað við pengunum hjá Útvarpi Føroya og seinni Kringvarpinum, sum hann hevur stungið í egnan lumma.
Sambært ákæruvaldinum er hetta farið fram í tíðarskeiðinum november 1987 fram til juli 2010, og upphæddin, sum ákærdi hevur stungið í egnan lumma, er smáar 2,8 milliónir krónur.
Fyrstu árini fór svikið fram á tann hátt, at fíggjarleiðarin tók út kontantan pening av kontoum hjá Útvarpinum og setti inn á egna konti. Eisini skrivaði hann út girokekkar til sín sjálvs, flutti pengar av Útvarpsins konti til sín sjálvs ella rindaði egnar rokningar av Útvarpsins konti.
Seinni, eftir at Útvarpið hevði fingið bókhaldsskipanina, Navision í 1999, kopieraði fíggjarleiðarin rokningar frá Føroya Tele, og rindaði tær so tríggjar ferðir. Einaferð til Føroya Tele, einaferð til egna konti í Eik Banka og einaferð til egna konti í BankNordik.
Ákærin las upp flytigar frá januar til juni 2010, og har ruku tilsamans í meðal 15.000 krónur inn á tær báðar kontiarnar hjá ákærda í ávikavist Eik Banka og BankNordik.
Fíggjarleiðarin varð fleiri ferðir spurdur, hví hann hevði framt fíggjarliga undandráttin, men hann visti einki annað at svara, enn at tað var so lætt, og at eftirlitið var so vánaligt.
Dómarin legði í sínum grundgevingum fyri dómin vekt á, at talan var um so stóra upphædd, og at undandrátturin var farin fram yvir so langa tíð. Hinvegin hevði dómarin eisini tikið hædd fyri, at ákærdi hevði fult og heilt hjálpt til í kanningararbeiðinum hjá løgregluni, at hann hevði játtað seg sekan í øllum viðurskiftum, og at eftirlitið hevði verið so vánaligt.
Hóast ákærdi hevur játtað seg sekan, bað hann kortini í samráð verið verja sín um 14 dagar umhugsunartíð í sambandi við at skjóta dómin inn fyri hægri rætt.