Tvey ár afturat til Armstrong

Sjeyfaldi Tour de France-vinnarin, Lance Armstrong, hevur nú boðað frá,a t hann ætlar sær ikki at gevast við súkkluítróttini fyrr enn í 2011. Tað sigur hann í viðtali við Gazzetta dello Sport. Armstrong hevur júst skrivað undir sáttmála við Team RadioShack, og sjálvur heldur Armstrong, at hetta er besta liðið, sum hann nakran tíð hevur verið á. Eisini hóast hann slær fast, at hetta liðið snýr seg ikki um Armstrong men um at vinna.