Tvey partrolarapør fiska makrel

Í dag eru tríggir trolbátar norðan fyri og fiska tosk, hýsu og flatfisk.

- Fimm partrolarapør fiska upsa, eitt par fiskar mest av svartkalva, og so eru tvey pør, sum fiska makrel. Pørini, sum fiska upsa, koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Tað vita tey at siga á Fiskamarknaði Føroya í dag. Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin eftir upsa er misjavnur.

 

- Bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Teir fiska upsa og koma væntandi inn at landa í næstu viku. Tveir djúpvatnstrolarar sum frysta eru eisini til fiskiskap, og teir fiska mest svartkalva.

 

Í dag eru tríggir trolbátar norðan fyri og fiska tosk, hýsu og so nakað av flatfiski. Hesir landa helst miðskeiðis í vikuni sum kemur, og fiskiskapurin hjá trolbátunum er brúkiligur.

 

At enda verður ssgt, at trý garnaskip fiska svartkalva, og væntandi koma øll hesi skipini inn at landa í næstu viku. Lagt verður aftrat, at garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap.