Tveir tilburðir av húsaófriði vóru fráboðaðir í Havn um vikuskiftið. Annar leygarnáttina, har maðurin í húsinum varð tikin inn á støðina at sova rúsin av sær, og hin mánanáttina, har ein kona varð tikin við á støðina at sova rúsin út. Talan var ikki um sama par, men í báðum førum var rúsdrekka partur av trupulleikanum.