Tvey nótaskip á Fuglafirði

Fiskivinna

Á Havsbrún í Fuglafirði eru tey so smátt komin í gongd aftur eftir, at framleiðslan á virkinum at kalla hevur ligið still síðan fyri jól.
Fyrsti nótabáturin, sum hevur verið á Fuglafirði í ár, er Christian í Grótinum, sum hevði 800 tons av svartkjafti. Teir landaðu týsdagin.
Tá ið vit frættu av virkinum í gjár, hevði Norðborg eisini boðað frá landing. Teir høvdu eisini 800 tons av svartkjafti.
Ymiskar broytingar eru gjørdar á Havsbrún seinastu tíðina, og virkið hevur eisini fingið eina nýggja turku.