Tað verða tvey nýggj fólk á tingi, nú Løgtingið hevur sín seinasta arbeiðsdag fyri jól.
Tað er greitt, eftir at bæði Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi hav biðið um farloyvi og hava biðið næsta valevni á listunum taka sæti á tingið fyri seg í dag.
Á Javnaðarlistanum er Helena Dam á Neystabø fyrsta varafólk, men hon hevur eisini boðað frá, at henni berst frá at møta, tí hon er uttanlands.
Annað varafólk er Kristoffur Gaardlykke og hann hevur sostatt tikið sæti á tingið fyri Javnaðarflokkin.
Fyri Tjóðveldi er tað Annita á Fríðriksmørk, sum er fyrsti varatinglimur og hon hevur eisini tikið sæti á tingi í dag
Og tey bæði koma mitt í eldin, tí tað er nettupp í dag, at løgtingið taka stórar avgerðir. Tað er nevniliga í dag, at Løgtingið skal taka endaliga støðu til ætlanina um flatskatt og um
ætlanina at skatta pensjónir við inngjald.
Tó er ongin ivi um, at tey bæði nýggju tingfólkini fara at atkvøða ímóti ætlanunum.