Í nátt skuldu tveir av føroysku svimjarunum, sum eru við í HM-kappingini í Melbourne, í hylin. Talan var um Pál Joensen og Kristian Olsen, sum báðir skuldu taka lut í kappingini 100 m frí. Ikki kann sigast annað enn, at úrslitini hjá teimum báðum vóru sera góð.
Fyrst skuldi Pál Joensen svimja, og hann var tilmeldaður við tíðini 56,43. Pál megnaði at koma á mál í tíðini 55,05, og sostatt tók hann næstan hálvtannað sekund av tilmeldingartíðini. Henda tíðin var eisini nýtt føroyskt met, og sostatt høvdu føroyingarnir í Melbourne sett enn eitt nýtt føroyskt met.
Metið hjá Pál bleiv tó ikki standandi leingi. Tveir riðlar seinni fór Kristian Olsen í hylin at svimja, og hann kom á mál í tíðini 54,43. Við hesi tíðini tók hann 0,62 sekund av metinum hjá Pál, sum var á leið tríggjar minuttir gamalt.
Sostatt megnaðu báðir føroyingarnir, sum vóru í hylinum í Melbourne í gjárkvøldið at seta nýggj føroyskt met.
Í morgin er tað bert Mona Simonsen, sum skal royna seg. Hon skal taka lut í kappingini 100 m frí.









