Tvey nýggj met í frælsum ítrótti

Unga Bjørk Herup Olsen hevur sett nýtt føroyskt mett á 5 kilometra teininum í renning hjá kvinnum. Tíðin var 18 minuttir og 35 sekund og á trimum teimum seinastu oyggjaleikunum hevði hetta rokkið heiðursmerki. Randi Kúrberg hevur eisini sett nýtt føroyskt met, hetta í spjótkasti

Seinasta umfar av Vetrarkappingini var í Runavík leygardagin 31. mars, og var tað góðveður og skjótar tíðir, sum merktu henda dagin. Tvey nýggj met vórðu sett.
Bjørk Herup Olsen setti nýtt met á fimm kilometra teininum hjá kvinnum. Hon rann teir fimm kilometrarnar upp á 18 minuttir og 35 sekund. Henda tíð er so mikið góð, at á trimum teimum seinastu Oyggjaleikunum hevði hon rokkið til heiðursmerki.
Vinnarar av seinasta umfarinum av Vetrarkappingini hjá kvinnum gjørdust Bjørk Herup Olsen (5 km Gentur, 18.35), Jan Elmar Sørensen (5 km Dreingir, 19,05), Fríðunn Steinberg (10 km Kvinnur, 48,13), Guttorm Sørensen (10 km Menn, 33,15) og Jósvein Herup Olsen (10 km Menn Veteranar, 38,10).

Enn eitt føroyskt met til Randi Kúrberg
2. páskadag varð kappast í spjótkast, hamarkast, dikuskast og kúlustoyt á kastivøllinum við Eysturskúlan í Havn. Veðrið var ringt og umstøðurnar at kappast vóru ógvuliga keðiligar. Men tað var tó onkur, sum fekk nakað gott burtur úr.
Randi Kúrberg setti nýtt føroyskt met í spjótkast, tá hon kastaði spjótið 34,52 metrar. Randi átti sjálv gamla metið, men 2. páskadag varð hetta bøtt við 44 centimetrum.
Randi royndi seg eisini í hamarskast. 34,53 metrar gjørdist úrslitið og er tað hennara triðbesta úrslit nakrantíð.
Í diskuskast kastaði Heri Ziska 43,20 metrar. Tað er longur enn oyggjaleikakravið, og hevði tað eisini rokki til eitt heiðursmerki á seinastu Oyggjaleikum.