Frímerkini eru endurprent av vælgerðarmerkjunum "Fyri faðirleys", sum føroyskir útisetar í Danmark tóku stig til undir seinna heimsbardaga fyri at hjálpa børnum í Føroyum, sum vórðu faðirleys av krígsávum.
Janus Kamban teknaði hesi merki í ávíkavist 1941 og 1945.
Samstundis heiðrar hendan frímerkjaútgávan eisini “Merkið”, nú hundrað ár eru liðin, síðan tað varð borið alment fram á fysta sinni í Nordmansdalen við Fredensborg í Danmark, tann 2. juni 1919.
Kári við Rættará hevur sett arkið upp, sum sæst á myndini oman fyri.











